Felagsvenjing fyri menn og kvinnur, bæði royndum og óroyndum, er í Bragdinum týsdagar kl. 17-18:15, mikudagar, kl. 17-18:15 , leygarmorgnar kl. 8.30 og sunnudagar kl. 08:00-10:00. Allar dagarnar møtast íðkararnir á Tórsbreyt.
Vit skipa venjingartilboðini soleiðis, at vit hava tilboð til øll børn og ung frá 1. flokki og upp. Eisini er venjingartilboð til smábørn, 5-9 ár, har dentur verður lagdur á ítróttin gjøgnum spæl.
Mánadagar kl. 16.30 og týsdagar kl. 17.00 møtast nakrar kvinnur á Tórsbreyt og renna róligar túrar. Týsdagar kalla tær seg Skjaldbøkur og tað er tí at ferðin ikki er høg, so allar kunnu renna við. Kvinnur í øllum aldri eru vælkomnar við !Vit avlýsa ongantíð venjingarnar, MEN: Tá heilidagar fella á ein hósdag verður vant kl 9.00
Arnfinnur Helmsdal, tlf.: 243543