Bragdið

Limaviðurskifti

limagjald

*Limagjaldið verður kravt hvønn 1.mars og verður so uppkravt sjálvvirkandi umvegis nýggju skipanina eina ferð árliga.

Undirbólkar

Fyri at skipa okkum betri, hava vit sett nakrar undirbólkar. Teir eru soleiðis mannaðir:

Stuðulstreytir

Stuðulstreytir til børn og ung (12 ár og eldri)

Um Bragdið

Bragdið var stovnað av fyrstan tíð 17.oktober 1947. Átta ungir fimleikarir úti í Bø í Tórshavn stovnaðu felagið. Allir vóru føddir frá 1930-1933 og teir vóru: Heri Jensen, Magnus Dam Jacobsen, Simme Jacobsen, Palli Gregoriussen, Marner av Kák, Erling Simonsen (lítli), Hans Jacob Egholm og Egon. Teir høvdu sæð ein film um Jessie Owens, ein lítlan amerikanskan ítróttarmann, sum vann fýra gullheiðursmerki í OL í Berlin í 1936. Filmurin kom til Føroya eftir kríggið og gav unglingunum íblástur at íðka frælsan ítrótt og at stovna felagið. Um sama mundið kom Martin Holm hein til Føroyar. Hann hevði lært til fimleikalærara og helt dreingjunum til. Martin Holm helt, at tað var eitt bragd, at nakrir unglingar høvdu fingið hetta í lag og harav kom navnið Bragdið.