Bragdið

Tiltøk og kappingar

Tórshavn Marathon

Tórshavn Marathon er størsta rennitiltakið í Føroyum við teinum fyri øll: maraton, hálvmaraton (renning ella gongd), 10 km og 5,5 km.

Faroe Express Stafettin

Bragdið er farið í samstarv við Faroe Express um eina sera spennandi stafett fyri lið á havnalagnum í Havn.

Flaggdagsrenningin

Fyrsta  flaggdagsrenningini var flaggdagin 25. apríl 1987. Til fyrstu renningina vóru 39 luttakarar.

Ovastevnurenning

Skipað verður fyri rennikapping á Ovastevnu í Nólsoy. Børnini renna í fýra bólkum: tey undir 5 ár og tey undir 7 ár renna 400 m, meðan tey undir 10 ár og tey undir 13 ár renna 800 m.

Ólavsøkurenningin

Ólavsøkurenningin er 27.juli og startur og mál er á Skálatrøð. Freistin at melda til renningina, er 26.juli kl. 22.00. GEVIÐ GÆTUR! Eingin tilmelding er á staðnum.

Kvinnurenningin

Kvinnurenning er ikki ein kapping. Eingi heiðursmerki eru til nr. 1, 2 og 3. Kvinnurenning er eitt tiltak fyri allar kvinnur, sum renna ella ganga av áhuga og fyri stuttleikar, men eisini tí tær vita at rørsla er týdningarmikil.

Bragdið top run

Bragdið Top Run er ein serstøk rennikapping, sum ikki hevur sín líka her í Føroyum. Har er bara ein brekka, sum byrjar í Kollafjarðardali og endar á Sornfelli.